Lógarheimild at krevja ómaksgjald

Lógarheimild at krevja ómaksgjald
Landsgrannskoðanin vísir á, at tað er ikki ásett í lóg, at vinnukundar skulu brúka Vinnugluggan, men nú kemur heimildin, sigur landsstýriskvinnan
 
06.09.2017 - 16:17

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fer nú at gera eitt uppskot um at broyta mvg-lógina, sum eisini skal áseta heimild hjá Taks at áleggja ómaksgjald fyri ikki at nýta Vinnugluggan.

Landsgrannskoðanin hevur víst á, at tað er ógreitt, hvussu Taks er komin til ta niðurstøðu, at stovnurin av sínum eintingum kann áleggja ómaksgjald á fyritøkur, sum ikki nýta Vinnugluggan.

Landsgrannskoðanin hevur m.a. víst á, at tað er ikki ásett í lóg, at vinnukundar skulu brúka Vinnugluggan, og at tað er ikki siðvenja hjá stovninum at áleggja ómaksgjald á brúkarar.

Landsgrannskoðanin spurdi í 2015 Fíggjarmálaráðið, hvar innheintingar- og pantiheimildarnar fyri ómaksgjøldini vórðu ásettar.

Løgtingið átalar

Tá uppskotið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2015 varð í tinginum, átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at Taks hevði kravt pening inn við ivasamari heimild.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðaði frá, at ætlanin var at broyta lógina, so tað verður álagt fyritøkum at nýta Vinnugluggan, og hvat skal henda við teimum gjøldum, sum eru kravd inn við ivasamari heimild.

Landsgrannskoðanin upplýsir í frágreiðingini fyri 2016, at í august í ár hevur Kristina Háfoss kunnað grannskoðanina um, at ætlanin er at fara í tingið í hesari tingsetuni við uppskoti um at broyta mvg-lógina. 

Broytingin fer at áseta, at fyritøkur sum meginreglu skulu nýta Vinnugluggan, og heimild at áleggja ómaksgjøld fyri ikki at nýta Vinnugluggan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595