Eiga at brúka somu orðingar sum løgmaður

bannari
Eiga at brúka somu orðingar sum løgmaður
Grønland eigur at brúka føroysku stjórnarskipanina sum íblástur. Tað heldur Jens Wendel-Hansen, serfrøðingur í grundlógarrætti.
 
12.09.2017 - 14:38

Í Føroyum hevur løgmaður hevur skrivað uppskot til stjórnarskipan, sum ikki skapar iva um grundlógarstøðuna hjá Føroyum.

Danska Løgmálaráðið skrivar í hoyringarsvari, at soleiðis sum uppskotið nú er orðað, verður grundlógin framvegis galdandi í Føroyum.

Arbeiða við tveimum uppskotum

Í Grønlandi arbeiðir stjórnarskipanarnevndin við tveimum uppskotum. Einari stjórnarskipan og einari grundlóg.

Stjórnarskipanin skal vera galdandi, meðan Grønland er í ríkisfelagsskapinum.

Grundlógin skal koma í gildi, tá Grønland verður sjálvstøðugt.

Og grønlendska stjórnarskipanin eigur at hava somu orðingar sum løgmaður hevur brúkt, heldur Jens Wendel-Hansen.

- Soleiðis ber til at fáa eina stjórnarskipan, sum virðir donsku grundlógina, sigur hann við KNR.

Taka orðingina til eftirtektar

Forkvinnan í grønlendsku stjórnarskipanarnevndini, Vivian Motzfeldt, sigur, at tey vilja fyrst og fremst hava eina grundlóg, sum skal koma í gildi, tá Grønland fer úr ríkisfelagskapinum.

Men hon sigur samstundis, at hon tekur føroyska formælið til stjórnarskipan til eftirtektar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558