Magnus nýggjur formaður

Magnus nýggjur formaður
Magnus Rasmussen er nýggjur formaður í landsstýrismálanevndini.
 
13.09.2017 - 10:22

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er nýggjur formaður í landsstýrismálanevndini.

Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, segði seg herfyri frá, sum formaður, tí hann heldur, at landstýrismálanevndin ikki riggar, og ikki hevur tey amboðini, ið skulu til, fyri at loysa mál.

Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, ið lógin setir.

Tað var ein samd landsstýrismálanevnd, ið fyrrapartin valdi Magnus Rasmussen sum nýggjan formann í nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820