Harðskapur á vertshúsi í Klaksvík í gjárkvøldið

Harðskapur á vertshúsi í Klaksvík í gjárkvøldið
Beyð sær til at gjalda bilrút, hann júst hevði brotið. Innbrot hjá Reinhaldinum í Havn
Eitt friðarligt vikuskifti hjá politinum, hóast nógv fólk var í býnum.
 
17.09.2017 - 13:00

Politiið kannar eitt harðskapsmál í Klaskvík.

Ein maður varð sligin niður á einum vertshúsi um hálvgumellivu í gjárkvøldið.

Poltiið hevur avhoyrt mannin, sum skal hava sligið, og vitni, sum sóu hendingina.

Bilrútar og teldil

Ein rútur er brotin í einum bili í Klaksvík, og tað sama hendi á Tvøroyri.

Á Tvøroyri var tann, sum breyt, sæddur á staðnum. Hann gjørdi ikki mætari enn at bjóða sær til at gjalda knústa bilrútin, sigur poltiið.

Í morgun er boðað frá innbroti í gomlu brandstøðina í Havn, har sum Reinhaldið hjá kommununi er. 

Óbodni gesturin ella óbodnu gestirnir eru farnir niður gjøgnum eitt takvindeyga ella ein lúku í takinum og út aftur sama veg.

Sum skilst er bara ein teldil tikin á staðnum. Politiið sigur seg hava spor at elta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952