- Tíðindi, mentan og ítróttur
Team Rynkeby savnað 65,5 milliónir
Team Rynkeby savnað 65,5 milliónir
Pengarnir fara til børn við lívshættisligum sjúkum.

01.10.2017 - 09:38
Vælgerðar súkkluliðini umfata 1700 súkklarar og 400 tænastufólk, og hesi hava nýtt seinasta árið at savna pening inn í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.
Føroyum eru 1,2 milliónir savnaðar inn
Tað svarar til, at hvør einstakur Team Rynkeby lutakari - súkklari eins og tænastufólk - lata yvir 29.000 krónur hvør til børn við lívshættisligum sjúkum.
Síðani Team Rynkeby byrjaði sín stuðul til børn við lívshættisligum sjúkum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi fyri 15 árum síðani, hevur Team Rynkeby latið áleið 273 milliónir krónur til stríðið móti lívshættisligum sjúkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























