Fiskimálaráðið hevur stóra ráðstevnu - í Malta

Fiskimálaráðið hevur stóra ráðstevnu - í Malta
Oyggjasamfeløg skulu fáa meira burtur úr sjónum og nýggjar møguleikar at selja tað
Føroyingar høvdu formansskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015 og skipa nú fyri ráðstevnu í Malta.
 
03.10.2017 - 07:28

Fiskimálaráðið hevur í hesum døgum altjóða ráðstevnu, ikki í Føroyum, men í Valletta, høvuðsstaðnum í Malta.

Á ráðstevnuni viðgera oyggjasamfeløg møguleikarnar at gagnnýta havtilfeingi betur.

Endamálið er at virka fyri størri samstarvi og betri samskifti um verkætlanir, sum kunnu stuðla búskaparmenning í oyggjasamfeløgum.

Ætlanin er at finna nýggjar vinnur og marknaðir.

Nógv lond eru við á ráðstevnuni, og har eru eisini FAO og ES.

Ólavur, Sissal og Høgni

Ólavur Gregersen frá Ocean Rainforest fer at leggja fram royndirnar við taraframleiðslu, og Sissal Kristiansen greiðir frá royndunum at gera mótaklæði burtur úr eitt nú tara og fiskaskræðu. 

Í morgin verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fundarstjóri á fundi, sum skal taka støðu til, hvussu ráðstevnan kann geva íblástur til framhaldandi samstarv. 

Ráðstevnan, sum eitur so mikið sum Large Ocean Nations Forum on Blue Economy er komin í lag, tí Fiskimálaráðið hevði formansskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015. 

Norðurlendska ráðharraráðið, Norrønt Atlantssamstarv, stytt NORA, Matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin hjá ST, tað er FAO, og bretska Commonwealth stuðla ráðstevnuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375