Løgtingið bara brúk fyri ein degi til fíggjarlóg

bannari
Løgtingið bara brúk fyri ein degi til fíggjarlóg
Fíggjarnevndin fer longu í dag at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2018. Næsti tingfundur er 17.oktober.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 varð lagt fram fríggjadagin.
 
05.10.2017 - 07:10

Løgtingið varð liðugt við fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 í gjár.

Viðgerðin í tinginum endaði klokkan trý korter til átta í gjárkvøldið.

Uppskotið er nú farið í Fíggjarnevndina, sum hevur sín fyrsta fund um tað longu í dag.

Tveir dagar vóru annars settir av til fyrstu viðgerð í tinginum.

Næsti løgtingsfundur verður 17.oktober.

Tá skal tingið millum annað viðgera skattalættan hjá fyritíðarpensjónistum, sum hevur fingið øði í kommunurnar, tí hann kostar teimum 25 mió. kr. í  mistum skatti.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435