Taka støðu til fleiri tiltøk

Taka støðu til fleiri tiltøk
Seinnapartin fer felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at taka støðu til, um fleiri tiltøk skulu setast í verk.
 
06.11.2017 - 09:26


Óluvá í Gong, forkvinna, sigur, at tey ikki hava tikið støðu enn, tey bíða eftir, um tey frætta frá Fíggjarmálaráðnum. Men seinnapartin fara tey at taka støðu til, um tiltøkini skulu víðkast.

KLokkan 10 fer felagið at hava fund við tey, sum eru farin í verkfall. Talan er um tilsaman 30 limir, ið eru í arbeiðssteðgi.

Fríggjadagin fóru narkosusjúkrasystrarnar í verkfall, og klokkan 8 í morgun var arbeiðssteðgurin víðkaður, so sjúkrarøktar-fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum fóru í verkfall. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum - undantikið á psykiatriska deplinum, eru farin í arbeiðssteðg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334