Mistur kærurættur og dagstovnaráð í lógarbroyting

Mistur kærurættur og dagstovnaráð í lógarbroyting
Fólk, sum arbeiða í dagstovni, missa rættin at kæra til Mentamálaráðið
Tey, sum arbeiða í barnagørðum, skulu missa rættin at kæra til Mentamálaráðið, ætlar Mentamálaráðið.
 
16.11.2017 - 07:39

Um eina tíð missa fólk, sum eru sett hjá kommunum og arbeiða í dagstovni ella dagrøkt, rættin at kæra avgerðir um setan og starvsfólkamál til landsstýriskvinnuna í mentamálum.

Onnur, sum arbeiða hjá kommunum, hava ikki hendan møguleikan.

Tað er eitt politiskt ynski, at rætturin sambært galdandi lóg at kæra starvsfólkamál til Mentamálaráðið skal strikast, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Mentamálaráðið hevur hvørki fíggjarliga ella leiðsluliga ábyrgd av teimum, sum arbeiða í dagstovnum ella dagrøkt. 

Tað fer tó framvegis at bera til at kæra til Løgtingsins umboðsmann, Fasta gerðarrættin ella til dómsvaldið.

Dagstovnaráð

Mentamálaráðið hevur samstundis sent til hoyringar lógaruppskot um dagstovnaráð.

Ráðið skal geva kommunum ráð og vegleiðing um námsfrøðiligar spurningar, í staðin fyri sum nú, at landsstýrisfólkið í mentamálum ger tað. 

Í ráðnum vera sjey fólk, tvey fyri Kommunufelagið, tvey fyri Pedagogfelagið, tvey fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og eitt fyri Mentamálaráðið. 

Føroya kommunufelag verður skrivstova hjá Dagstovnaráðnum.

Hoyringarfreistin er til 11.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804