- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja hálva millión í endurgjaldi, tí kommunan avlýsti útboðið

Smápartafelagið HHansen entreprenørar hevur kravt Tórshavnar kommunu at rinda endurgjald upp á 500.000 krónur, eftir at felagið fyrst hevði vunnið eitt útboð at útstykkja á Lygnnesi í Kollafirði, og kommunan seinni tók útboðið aftur, og skipaði nýtt útboð.
Tá vann ein onnur fyritøka útboðið, sum upprunaliga var nummar tvey.
Í øðrum føri verður kravt, at Tórshavnar kommuna viðurkennir endurgjaldsábyrgd og tillutar HHansen sáttmálan.
Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í málið.
Á Lygnnesi. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Fimm ára gamalt
Málið at útstykkja á Lygnnesi í Kollafirði er fimm ára gamalt. Í fyrsta útboðnum var tað bara Jóan Petur Vang, sum bjóðaði, men tað endar við, at hann tekur tilboðið aftur, tí hann og kommunan semjast ikki um treytirnar.
Síðani roynir kommunan at bjóða økið út av nýggjum nakrar ferðir, men einki boð kemur.
Á heysti í 2023 verður útboðið broytt, so at talan skal vera um sethúsabygging.
Tvey tilboð koma inn. HHansen hevur bíligari tilboðið. Tað er 5.173.000 krónur uttan meirvirisgjald. Eitt annað tilboð er eisini. Tað var 5.451.000 krónur. Tað vil siga 278.000 krónur dýrari.
HHansen fær at vita, at felagið eigur lægsta tilboðið, og hevur vunnið.
Kollafjørður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Raðhús og íbúðir
Eitt ár gongur, meðan kommunan arbeiðir við at keypa grundstykki og fáa onnur viðurskifti upp á pláss. 12. desember 2024 samtykkir býráðið við aðru viðgerð at heimila umsitingini at undirskriva sáttmála við arbeiðstakaran, tá við einum dagførdum tilboði, sum varð hækkað 190.000 krónur.
Í juni í 2025 koma broytingar í ætlanina.
Nú ætlar kommunan aftur at fara at gera raðhús og íbúðir á Lygnnesi í Kollafirði. Málið er fyrst fyri í byggi- og býarskipanarnevndini, og 18. juni samtykkir býráðið,
- at verandi útboð til sethúsaútstykking verður avlýst,og arbeiðstakarin loystur úr sínum skyldum, og møguligt endurgjald verður latið.
- at nýtt útboð fyri matr. nr. 203c verður skipað til bygging av íbúðum og/ella raðhúsum.
Sama dag fær HHansen boðini um, at lisitatiónin í Kollafirði er avlýst.
Loystur úr skyldunum
30. apríl í 2026 fær HHansen at vita, í sambandi við at málið verður umrøtt á býráðsfundi, at "verandi útboð til sethúsabygging verður avlýst, og at arbeiðstakarin verður loystur úr sínum skyldum, og møguligt endurgjald verður latið".
Advokaturin hjá HHansen, Christian Andreasen, sigur í skrivi til kommununa 20. mai í ár, at HHansen hevur ikki enn fingið nakað endurgjald. Hann metir, at tað ganga nærum tvey ár frá tí at HHansen fær arbeiðið frá Tórshavnar kommunu, til kommunan tekur arbeiðið aftur. Arbeiðstakarin hevur í hesum tíðarskeiði verið noyddur at sagt annað arbeiði frá sær, tí hann hevur verið til reiðar at farið í gongd við útstykkingina á Lygnnesi.
Hin fyritøkan vann
Nú arbeiðið at útstykkja á Lygnnesi varð boðið út aftur, vann fyritøkan Smápartafelagið Við Sjógv - sama fyritøka, sum var nummar tvey við seinasta útboð. Boðið var 100.000 krónur minni enn tað hjá HHansen.
Smápartafelagið HHansen hevur nú kravt Tórshavnar kommunu at rinda eitt endurgjald upp á 500.000 krónur, sum svarar til mistan vinning
Í øðrum føri verður kravt, at Tórshavnar kommuna viðurkennir endurgjaldsábyrgd og tillutar HHansen entreprenørum sáttmálan.





























