Kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni samstarva um integratión

Kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni samstarva um integratión
Saman við politisku skipanini skal samskiparin tryggja, at fólk trívast og eru virkin partur í samfelagnum
Tá skrivað var undir samstarvsavtaluna í gjár.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
18.06.2026 - 11:15

Sjey kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni hava gjørt samstarvsavtalu um integratión.

Sambært lóg um integratión skulu allar kommunur hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli.

 


Sóley Sjúrðaberg.

 

1. mai byrjaði Sóley Sjúrðaberg í starvinum sum integratiónssamskipari hjá teimum sjey kommununum, sum hava 10.500 fólk.

Integratiónssamskiparin skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum.

Saman við politisku skipanini skal samskiparin tryggja, at fólk trívast og eru virkin partur í samfelagnum. 

Tær sjey kommunurnar eru Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Viðareiðis kommuna og Fugloyar kommuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342