Fólk í USA hava ov høgt blóðtrýst

Fólk í USA hava ov høgt blóðtrýst
Nærum annað hvørt vaksið fólk í USA hevur ov høgt blóðtrýst eftir nýggju leiðreglunum, sum amerikanska hjartafelagið hevur kunngjørt
 
16.11.2017 - 14:17

Sambært nýggju reglunum eigur blóðtrýstið ikki at fara upp um 130/80. Higartil hevur markið verið 140/90, sum eisini er galdandi í evropeiskum londum.

Eftir nýggju leiðreglunum hava 46 prosent av vaksnum amerikanarum ov høgt blóðtrýst. Frammanundan var talið 32 prosent.

- Eingin ivi er um, at nýggja markið verður umstrítt, tí nógv fara helst at siga, at tað gongur illa at fáa hægra blóðtrýstið niður um 140, sigur Paul Whelton lækni á Tulane universitetinum.

Hann hevur verið limur í nevndini, sum hevur samtykt nýggju leiðreglurnar um blóðtrýst í USA.

Nevndin vísir á, at eingi prógv eru fyri, at eitt nú myrk sjokoláta, te, kaffi og yoga lækka blóðtrýstið í longdini.

Nýggju leiðreglurnar siga eisini, at fólk, sum hava diabetes, eiga at verða viðgjørd fyri ov høgt blóðtrýst, fer tað upp um 130. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329