Lættari hjá lesandi uttanlands at sleppa á val

Lættari hjá lesandi uttanlands at sleppa á val
Kravið um váttan frá skúla verður strikað
Nú verður ikki kravt so nógv av lesandi uttanlands fyri at kunna velja til løgtingið.
 
30.11.2017 - 07:52

Nú verður lætt um hjá føroyingum, sum lesa uttanlands, at velja á løgtingsvali.

Innlendismálaráðið ætlar at broyta kunngerðina, so lættari verður at skráseta seg til val.

Millum annað verður kravið um váttan frá útbúgvingarstovni strikað. 

Broytingarnar eru sendar til hoyringar. Freistin at siga sína hugsan um ætlaðu broytingarnar er 13.desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961