Miðlastuðul latin

Miðlastuðul latin
Tvær milliónir krónur vóru at býta í ár. Átta av teimum níggju miðlunum, sum søktu um miðlastuðul, hava fingið stuðul
 
22.12.2017 - 11:13

Miðlahúsið fekk helvtina av miðlastuðlinum, sum er latin í ár.

Sosialurin fekk góðar 824.000 kr., og Rás 2 fekk góðar 186.000 kr.

Teir eru, umframt Sosialin og Rás 2, Dimmalætting, Norðlýsið, Portal.fo, VP.fo, R7-Kringvarp og JN.fo. 

Tvær milliónir krónur vóru at býta í ár. Hetta er fyrstu ferð, Miðlastuðulsnevndin letur stuðul.

Tí er ikki gjørligt at gera av, um stuðulin er við til at røkka endamálinum í lógini um innihald og politiska viljanum við stuðlinum, sigur nevndin.

Miðlastuðulsnevndin heldur tað tí vera skilagott seinni at meta um, um stuðulin hevur verið við til at røkka kravinum um ávíst slag av innihaldi, sum nevnt verður í viðmerkingunum um lógina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044