Sendistovan í Keypmannahavn ikki sett til viks

Sendistovan í Keypmannahavn ikki sett til viks
Hóast skeiðið hjá sendimanninum fyri langari tíð síðani er farið, heldur hann fram sum virkandi sendimaður. men býr og arbeiðir í Føroyum
Føroyska sendistovan er á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Har arbeiða tvey fólk fulla tíð.
 
18.01.2018 - 11:55

Landsstýrið hevur onga ætlan um at lata sendistovuna í Keypmannahavn aftur, ella ikki at hava føroyskt sendifólk har.

Tað skilst á svarinum hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Edmund Joensen, løgtingsmann.

Poul Michelsen svarar, at skeiðið hjá virkandi sendimanninum í Keypmannahavn var úti á heysti í 2016.

Men avgjørt varð tá, ikki at seta nýtt sendifólk alt fyri eitt. 

Sendimaðurin skuldi halda fram sum virkandi sendimaður, við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Hetta er ikki óvanligt.

Javnan í Danmark

Sendimaðurin er við jøvnum millumbili á sendistovuni í Keypmannahavn og røkir uppgávur og avgreiðir mál, sum starvið sum sendimaður krevur.

Harumframt samskiftir sendimaðurin regluliga við fólk, sum seta seg í samband við sendistovuna, sigur Poul Michelsen í svari sínum.

Hóast eingin sendimaður hevur verið staðsettur í Keypmannahavn í eina tíð, merkir tað ikki, at virksemið har er niðurlaðað, stendur í svarinum frá Poul Michelsen. 

Sendistovan verður framhaldandi partur av uttanríkispolitiska virksemi Føroya fyri til fulnar at røkja føroysk áhugamál í Danmark. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576