Ávara um flóðaldu í Kanada

Ávara um flóðaldu í Kanada
Myndugleikarnir í Alaska hava sent út ávaring um flóðaldu, eftir jarðskjálvtan í morgun, sum varð mátaður til 7,9 í styrki
 
23.01.2018 - 11:46

Jarðskjálvtin í morgun var 10 kilometrar undir havbotninum, - nærum tríggjar fjórðingar í landssynning úr oynni Kodiak í amerikanska deilstatinum, Alaska.

Ávaringin um flóðaldu fevnir um Alaska og British Columbia í Kanada, sambært heimasíðuni Tsunami.gov.

Ein boya skrásetti eina 10-metrar høga aldu í landnyrðing - beint norðanfyri jarðskjálvta-miðdepilin. Og aldan kann raka Kodiak hvørja løtu. 

Fleiri flóðaldur

Tveir tímar kunnu ganga, áðrenn aldan møguliga rakar Britsh Columbia, og uppaftur longri tíð til hon kann raka amerikonsku vesturstrondina. Fólk í hesum vandaøkjum hava fingið boð um at fara burtur frá sjónum og niðan í hæddirnar.

Myndugleikar ávara um, at fleiri flóðaldur kunnu koma, og at ikki er vist, at fyrsta flóðaldan sum rakar, er hin størsta. Ávaring er eisini send út fyri strondina í Kalifornia og Oregon og pørtum av deilstatinum Washington um at vera á varðhaldi fyri flóðaldu. 

Eisini í Hawaii heita myndugleikarnar á fólk um at vera á varðhaldi fyri møguligum jarðskjálvtaaldum.

Á sosialu miðlunum skriva fólk, at jarðskjálvtin merktist í stórbýnum, Anchorage, í Alaska, sum er fleiri hundrað kilometrar frá Kodiak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329