Eisini ov fá vøggustovupláss í Klaksvík

Eisini ov fá vøggustovupláss í Klaksvík
Býráðið skal viðgera bráðfeingis loysn í kvøld
Á býráðsfundi í Klaksvík í kvøld verður trotið á vøggustovuplássum viðgjørt.
 
25.01.2018 - 09:20

Ikki bara í Tórshavnar kommunu, men eisini í Klaksvík eru ov fá dagsstovnapláss.

Í Klaksvik er serliga stórur tørvur á vøggustovuplássum.

24 børn, sum vórðu fødd í fjør, hava einki pláss. 24 børn svara til tvær vøggustovur. 

Umsitingin hjá býráðnum í Klaksvik mælir til at gera tvær bráðfeingis vøggustovur í kjallaranum í Spælistovuni á Brekku.

Bráðfeingis loysn

Ætlanin er, at dagrøktarleiðarin skal leiða hesar vøggustovurnar. Dagrøktarleiðarin er í sama húsi.

Talan er ikki um eitt varandi tilboð til børnini, men eitt stað, har tey trygt kunnu vera, til pláss er úti á verandi stovnum. 

Hetta er eitt stað, sum latið verður upp, tá allir dagsstovnar eru fullir, og sum verður latið aftur, tá ikki er brúk fyri tí, sigur umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu.

Býráðið skal viðgera málið á býráðsfundinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375