Steintór heiðraður

Steintór heiðraður
Steintór Rasmussen hevur fingið Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, sum er 75.000 krónur
 
28.01.2018 - 10:26

Steintór Rasmussen varð í gjárkvøldið heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Palls á tiltaki í Atlantis í Klaksvík. 

Heiðurslønin varð latin í sambandi við tiltakið Norðurljós, sum Klaksvíkar Kommuna skipar fyri. 

Undanfarin ár hava Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras fingið virðislønina, sum er 75.000 krónur. 

Í grundgevingini fyri at lata Steintóri Rasmussen virðislønina í ár verður sagt, at Steintór Rasmussen er ein fjølbroyttur listamaður, sum ikki avmarkar seg til eina listagrein. 

Steintór Rasmussen er mest kendur sum sangari og sangskrivari í bólkunum Frændir, Millum Frændir og Kular Røtir. Men seinastu árini hevur hann eisini latið tvær krimi-skaldsøgur úr hondum. 

Steintór Rasmussen er eisini ein av stigtakarunum til og fyriskiparunum av Summarfestivalinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672