Nú eru lúsatølini almenn

Nú eru lúsatølini almenn
Nú ber til hjá fólki at síggja, hvussu ring lúsaplágan er í aliøkjunum í landinum
Nú eru lúsatølini í aliøkjunum almenn, og seinni verða eisini heilivágur og nøgdir av heilivági atkomiligir hjá borgarunum á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Mynd: savnsmynd  
 
29.01.2018 - 12:49

Nú ber til hjá almenninginum at síggja, hvussu nógv lús er á alilaksinum í Føroyum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt lúsatølini út á heimasíðu sína, og har sæst, hvørji aliøki eru ringast rakt av lúsapláguni.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur við kunngerð avgjørt, at úrslitini av lúsateljingunum skulu vera almenn. 

Tað er talið á vaksnari kvennlús í miðal á hvørjum laksi, sum er avgerandi. 

Kunngerðin um at tálma og yvirvaka lús á alifiski krevur, at talið skal ikki fara upp um hálva aðru vaksna kvennlús fyri hvønn fiskin.

Á yvirlitinum, sum nú er almannakunngjørt, sæst m.a., at í aliøkinum Fossá hjá Marine Harvest var hálvonnur vaksin kvennlús á hvørjum laksi tann 16. januar. Og 8. januar vóru tvær á hvørjum laksi hjá Bakkafrosti á Argjalandinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan almannakunnger lúsatølini á undirsíðuni "Aling" og síðani "Lúsatøl" á heimasíðu stovnsins, og sum frálíður verða viðgerðir við heilivági eisini almannakunngjørdar har.

Sjúkutilburðir á aliøkjum verða eisini almannakunngjørdir so hvørt á høvuðssíðuni, hfs.fo 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576