Møguligt at breiðka ein part av vegnum

Møguligt at breiðka ein part av vegnum
Møguligt er at breiðka ein part av vegnum millum Strendur og Morskranes í ár. Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning.
 
05.02.2018 - 10:06

Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 mió kr. í 2018, og 2,0 mió kr. í 2019. Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, tingmann, sum spurdi landsstýrismannin um Selatraðarvegin.

Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7-800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal, sæst í svarinum.

Eftir samferðsluætlanini fyri 2012 - 2024, og tilmæli frá Landsverki, verður mælt til at dagføra Selatraðarvegin soleiðis, at hann er hóskandi eisini í mun til ferðsluna. Tað vil siga at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Hetta var í 2012 mett til at kosta 50 mió kr, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375