Fimm umsóknir til stjórastarvið

Fimm umsóknir til stjórastarvið
Fimm fólk hava søkt starvið sum stjóri í nýggja Undirvísingarstýrinum.
 
06.02.2018 - 10:57

Fimm fólk hava søkt starvið sum stjóri í nýggja Undirvísingarstýrinnum, og 20 umsóknir eru komnar inn til leiðarastarvið á Studna. Tað upplýsur Mentamálaráðið.

Undirvísingarstýrið er nýtt, og skal umsita fólkaskúlan, til dømis fíggjarstýringina og tímajáttan til skúlarnar. Hetta liggur annars hjá Mentamálaráðnum nú.

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum í Undirvísingarstýrinum verður at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum innan undirvísingarøkið herundir yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið. Talan er um 80 skúlar og stovnar við eini játtan á umleið 900 mió. kr., harav meiri enn helvtin beinleiðis verður stýrt fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum, sæst í starvslýsingini til stjórastarvið.

Mentamálaráðið ætlar at starvið skal setast frá 1. mars ella skjótast møguligt eftir tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339