Ov lítil undirtøka til Ungdómsting

Ov lítil undirtøka til Ungdómsting
Ungdómstingið er útsett, tí bara tríggir av teimum 16 skúlunum í landinum, sum hava framhaldsdeild, teknaðu seg til
 
07.02.2018 - 14:38

Ungdómstingið, sum skuldi verið hesa vikuna, er útsett. Hetta tí at bara tríggir av teimum 16 skúlunum í landinum, sum hava framhaldsdeild, teknaðu seg til ungdómstingið.

Útvarpið hevur tosað við fleiri av skúlunum, og hjá teimum tykist støðan vera, at næmingar í 9. flokkunum hava úr at gera. Teir skulu bæði í starvsvenjing og til próvtøku, og tí er ikki nógv tíð til annað.

Ein annar trupulleiki er, at skúlarnir gera ætlan fyri alt skúlaárið, og tí er torført at broyta ætlanina.

Seinast í september í fjør fingu skúlarnir boð um at tekna seg til ungdómstingið, og seint í november fingu teir áminning um ungdómstingið.

Tá var eftir øllum at døma ov seint at broyta ársætlanina, og tí var undirtøkan so lítil.

Næmingar harmast

Ein av skúlunum, sum meldaði til, var Hoyvíkar skúli, og har harmast tey um, at ungdómstingið varð útsett, sigur Hans Jón Thomsen, skúlastjóri.

- Vit halda, at Ungdómstingið er ein góður møguleiki hjá næmingunum at koma út og viðgera samfelagsviðurskifti, sigur hann.

- Næmingarnar hava í undirvísingini arbeitt við uppskotum at leggja fyri tingið, sigur skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, sum harmast um, at undirtøkan er so lítil. 

Nú er ætlanin, at ungdómstingið skal vera í mai.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485