Tsvangirai deyður

Tsvangirai deyður
Í flokkinum hjá Tsvangirei, MDC, er hart valdsstríð, og nú Tsvangirai er deyður, valdar óvissa av álvara
 
15.02.2018 - 07:53

Hann doyði av krabbameini í tarmunum, skrivar AP-tíðindastovan

Í nógv ár hevur Tsvangirai stríðst móti Robert Mugabe, forseta, og stýri hansara, til Mugabe fyri bara fáum mánaðum síðani fór frá.

Stríddist móti Mugabe

Tsvangirai hevur fleiri ferðir sitið í fongsli fyri stríð sítt móti Mugabe og stjórnarflokkinum Zanu-PF. - Í fongslinum var hann illa viðfarin og drápsroynd varð framd móti honum.

Í 2008 vann Tsvangirai á Mugabe í fyrsta valumfarinum á forsetavalinum, men tá harðskapur varð framdur móti teimum, sum í næsta valumfari fóru at velja Tsvangirai, avgjørdi hann at taka seg aftur sum valevni í øðrum valumfari.

Eftir drúgvar samráðingar skipaðu Tsvangirai og Mugabe stjórnarsamstarv, og Tsvangirai gjørdist forsætisráðharri frá 2009 til 2013. Meginpartin av tíðini hevði hann lítla og onga ávirkan. 

Gølur

Meðan hann var forsætisráðharri gjørdist hann víðagitin - ella minni dámdur, fyri litríka kærleikslív sítt. Og tað vóru gølur í sambandi við kærleikslívið, sum gjørdu, at Tsvangirai tapti valið í 2013.

Seinastu tíðina hjá Tsvangirai hevur flokkurin hjá honum, MDC, verið merktur av innanhýsis stríði. Og stundum bæði láturligt og grátuligt var tað eisini, tá ymiskir varalimir kappaðust um at tosa vegna Tsvangirei, um heilsustøðu hansara, og hvørjar ætlanir hann hevði frameftir.

Nú verður av álvara stríð um valdið í flokkinum, skrivar ap.

Morgan Tsvangirai gjørdist 65 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375