Nýtt stýri fyri Búnaðargrunnin

Nýtt stýri fyri Búnaðargrunnin
Rannvá Bjarkadóttir Magnussen er nýggj forkvinna í stýrinum fyri Búnaðargrunnin. Tað er greitt, nú stýrið er valt av nýggjum og hevur skipað seg.
Mynd: www.bg.fo  
 
15.02.2018 - 08:56

Lógin fyri Búnaðargrunnin ásetir, at landsstýrismaðurin í Fiskivinnu- og landbúnaðarmálum velur fýra stýrislimir, harav tveir teirra skulu veljast eftir tilmæli frá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum.

Síðani velir stýrið sjálvt fimta stýrislimin, sum skal vera løgfrøðingur ella búskaparfrøðingur. Eisini er ásett, at hesin fimti stýrislimurin skal ikki starvast í landsfyrisitingini ella á stovni undir landsstýrinum.

Landsstýrismaðurin valdi Rannvu Bjarkadóttir Magnussen og Unu Joensen í Stýrið fyri Búnaðargrunnin. Símun Gullaksen er valdur í stýrið eftir tilmæli frá Bóndafelagnum og Rani Slættanes eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum.

Hesi fýra valdu í felag Niels Winther Poulsen sum fimta stýrislimin.

Á fundi í gjár skipaði Stýrið seg við Rannvá Bjarkadóttir Magnussen sum forkvinnu og Símun Gullaksen sum næstformanni.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin er valt fyri trý ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541