Innstillingarvindeygað opið

Innstillingarvindeygað opið
Nú ber til at skjóta upp persónar, feløg ella fyritøkur, sum verja lívið í havinum, at fáa Norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í ár.
Mynd: www.norden.org  
 
16.02.2018 - 12:12

Umhvørvisvirðislønin verður latin norðurlendskari vinnufyritøku, felagsskapi ella persóni, sum á fyrimyndarligan hátt hevur megnað at fáa atlitið til havið við í sína fyritøku ella virki, ella á annan serligan hátt hevur arbeitt til frama fyri umhvørvið. 

Tann, sum fær virðislønina, skal virka í norðurlendskum høpi og í Norðurlondum.

Norðurlendska dómsnevndin hevur ásett, at í ár er evnið nýggja burðardygga menningarmálið hjá Sameindu Tjóðum fyri 2030, og neyvt er tað lívið í havinum. 

- Havið hevur stóran týdning fyri okkum í Norðurlondum. Tað bindur londini saman, nógv av týdningarmesta tilfeinginum kemur úr havinum, og vit hava eisini stóra farmavinnu. Tí vilja vit verja havið - og tað er okkara ábyrgd, sigur Cilia Holmes Indahl, stjóri í Aker BioMarine, og forkvinna í dómsnevndini.

Evstamark at senda inn uppskot er 14. mai.

Vinnarin verður kunngjørdur 30. oktober í Oslo, tá norðurlandaráðið hevur ársfund.

Í 2015 fekk føroyska elfelagið SEV virðislønina fyri grønan streyman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655