Mentanarstarvslønir latnar

Mentanarstarvslønir latnar
Nevndin í Mentanargrunninum hevur samtykt at lata 40 umsøkjararum starvslønir í tilsamans 173 mánaðir.
Myndlistakvinnan Hansina Iversen hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum
 
19.02.2018 - 14:32

Hansina Iversen, myndlitsakvinna, hevur fingið trý ára starvsløn, og rithøvundarnir, Vónbjørt Vang og Marjun Syderbø Kjelnæs, hava fingið starvsløn í eitt ár.

Fimm listafólk hava fingið starvsløn í seks mánaðir. 

Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Johan Jensen og Ingun Christensen, rithøvundar, Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk, og Sámal Blak, marglistafólk.

Haraftrat eru játtaðar 32 styttri starvslønir. Fýra av hesum eru til týðingar.

Tilsamans komu 18 umsóknir um starvsløn. Samanborið við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum, sigur Mentanargrunnurin.

Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta-skapandi listaarbeiði. 37 umsóknir komu til íverkseting.

Tey, sum hava fingið stuðul í ár, eru Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Rouch, koreograftur, og Jóhannus á Rógvi Joensen, tónleikari og framleiðari.

Her sært tú listan av móttakarum av starvslønum frá Mentanargrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961