Slapp við ávaring

Slapp við ávaring
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum hevur sclerosu, varð ákærd fyri at ætla at flyta inn sjokulátabønur við kannabis í. Gunnvá slapp við ávaring
 
26.02.2018 - 10:37

Fyri løtu síðani varð avgerð tikin í einum serligum rættarmáli um rúsevni. 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum hevur sclerosu, varð ákærd fyri at ætla at flyta inn 25 sjokulátabønur við kannabis í. 

Málið hevur verið fyri í Føroya rætti í morgun, og tá var avgjørt, at Gunnvá slapp við ávaring, tað vil siga, at hon ikki fær eina bót.

- Ein ávaring er eisini ein revsing, men tað er tann lægsta revsingin, ein kann fáa. Hetta kemur av tí, at hon ikki er partur av nøkrum narko-umhvørvi, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá Gunnvá Tróndardottir Joensen, við útvarpið. 

- Hon hevur verið óansin, og hon kennir ikki samanhangin millum hassj, THC og kannabis, sigur hann, og hetta er eisini grundgeving fyri linu revsingini. 

Gunnvá er í serligari støðu, tí hon hevur sclerose, og hetta kom sambært Jógvan Páll Lassen greitt fram í rættinum.

- Nú er hon blivin klók um, at tað var skeivt, og í dag veit hon nógv meira um tað, enn hon visti, tá hon bílegði vøruna, sigur Jógvan Páll Lassen, verji. 

Í oktober hitti Dagur & Vika Gunnvá, har hon greiddi frá, at hon vildi hava heilivág og ikki rúsevni.

Síggj innslagið her: Eigur at vera lættari at fáa kannabisheilivág.

Legalisering av medisinskum kannabis er eisini evnið í Radarinum í dag, sum verður at hoyra í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290