Álitiskreppa í Slovakia

Álitiskreppa í Slovakia
Forsetin í Slovakia, Andrej Kiska, krevur, at stjórnin setur kanningar í verk, eftir at ein journalistur og unnusta hansara eru dripin
Slovakiski forsetin Andrej Kiska sigur, at álitis-kreppa er í landinum
 
05.03.2018 - 14:34

Í minnistalu síni fyri teimum báðum, Ján Kuciak og Martina Kusnirova, sum varð send beinleiðis, kravdi forsetin, at stjórnin kannar málið til botns, ella verður stjórnin send til hús.

Seinasta greinin, sum Kuciak skrivaði, var um mutur í Slovakia og um møgulig sambond millum slovakiskar aktørar, ES-fíggjaðar verkætlanir í Slovakia og italsku mafiuna.

Funnist hevur verið hvassliga at slovakisku stjórnini eftir morðini, og fleiri persónar í leiðandi størvum eru send til hús.

Kiska, forseti, sigur, at álitis-kreppa er í landinum, og at hann fer at kjakast við politiskar leiðarar um, hvussu tey síggja framtíðina, og hvussu álitið á politisku skipanina kann endurreisast.

Mótstøðumaður Kiska, forsætisráðharrin Robert Fico, tekur ikki undir við at umskipa stjórnina. Sambært Fico er tað at undirgrava úrslitið frá seinasta vali í 2016.

Kiska hevur onga politiska heimild at koppa stjórnini, men hildið verður at orðini hjá honum fara at økja um trýstið frá fólkinum á stjórnina. 

Nýval kann verða, um 60 % av limunum í tjóðartinginum taka undir við tí.

Stjórnin kann eisini reisa álitisváttan, og tá skal vanligur meiriluti av teimum, sum eru í tjóðartinginum, stuðla stjórnini.

Eisini kunnu 30 tjóðartingslimir reisa misálit á stjórnina, og tá skal verða avgjørdur meiriluti fyri at stuðla stjórnini, skrivar Ap og Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025