Vil ikki gera viðmerkingar

Vil ikki gera viðmerkingar
- Eg vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnar, tí teir eru kliptir burtur úr einum nógv størri samanhangi, skrivar Bjarni Hammer
 
14.03.2018 - 16:25

- Eg vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnar, tí teir eru kliptir burtur úr einum nógv størri samanhangi.

Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður, sum er í farloyvi, eftir at Sosialurin hevur sett tingmannin í samband við hassj.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at blaðið hevur upptøkur, har Bjarni Hammer sjálvur sigur seg kunna og vilja skaffa hassj frá einum navngivnum manni til ungar kvinnur. 

Men blaðstjórin vil ikki siga, hvønn leiklut Miðlahúsið hevði, tá telefonsamrøðurnar vórðu gjørdar - ella í hvørjum sambandi Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj.

Vil ikki gera viðmerkingar

Kringvarpið hevur mangar ferðir, síðani søgan kom fram, roynt at fingið Bjarna Hammer at gera samrøðu um hesar spurningarnar. Eisini nú seinnapartin men tingmaðurin svarar í stuttum tekstboðum soleiðis:

"Eg vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnarnar, tí teir eru kliptir burtur úr einum nógv størri samanhangi. Eg komi við mínum egnu viðmerkingum til alt málið, og tá komi eg eisini inn á hasi viðurskiftini".

Sosialurin valdi at melda málið til løgregluna, sum kannaði tað, men mánadagin boðaði Statsadvokaturin frá, at kanningarnar vórðu steðgaðar. 

Statsadvokaturin skrivar soleiðis til Bjarna Hammer: "Begrundelsen for min afgørelse er, at der ikke er nogen rimelig formodning om, at De har begået et strafbart forhold".

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri sigur í dag, at málið snýr seg um álit á tingmannin og løgreglumannin, Bjarna Hammer.

Hoyr brot úr samrøðu við Eirikur Lindenskov her. 

Longri samrøða við blaðstjóran verður at hoyra í Radarinum í dag klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306