Mæla til at samtykkja serstaka byggisamtykt

Mæla til at samtykkja serstaka byggisamtykt
Býarskipanarnevndin hjá landinum mælir til, at serstaka byggisamtyktin á Skála verður samtykt, so Mest kann byggja eina stóra høll yvir turrdokkina
Høllin, sum Mest ætlar at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður stívar 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.
 
04.04.2018 - 11:03

Býarskipanarnevndin hjá landinum mælir til, at serstaka byggisamtyktin á Skála verður samtykt, so skipasmiðjan Mest kann byggja eina 40 metra høll yvir turrdokkina.   

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, eigur endaligu avgerðina. Málið er nú til viðgerðar í Innlendismálaráðnum.

Býráðið í Runavik samtykti fyrst í oktober í fjør at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum um at broyta byggisamtyktina.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina varð síðani saman við mótmælunum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýriskvinnuna í kommunumálum, Sirið Stenberg. 

Fyllir nógv

Tvey mótmæli eru, annað frá 129 fólkum, hitt fra tveimum.  

Býarskipanarnevndin ásannar, at ætlaða høllin fer at fylla nógv í bygdini og skerja útsýnið í pørtum hennara. 

Nevndin tekur undir við teimum, sum mótmæla, at myndirnar, sum hava ligið frammi, ikki til fulnar vísa røttu myndina av høllini, ætlanin er at byggja.

Nevndin heldur tó ikki, at nýggjar myndir fara at hava avgerandi ávirkan á støðutakanina hjá nevndini.  

Týðandi partur

Men nevndin ásannar eisini, at skipasmiðjan er týðandi partur í bygdini, og at økið longu er lagt út til skipasmíð.

Harafturat fær ein høll jaliga ávirkan á bygdina. Arbeiðsumstøðurnar í turrdokkini batna nógv og dálkandi útlát kann minka, sigur nevndin.
 

 

Høllin, sum Mest ætlar at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður stívar 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672