Føroyar møta Danmark

Føroyar møta Danmark
Hósdagin 12. apríl, var lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Føroyar endaði millum annað í bólki saman við Danmark
 
12.04.2018 - 18:56

Hósdagin 12. apríl, var lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Føroyar endaði í bólki 8 saman við Danmark, Ukraina og Montenegro.  

Á danska landsliðnum spæla millum annað Mikkel Hansen, Nicklas Landin og Hans Lindberg, ið roknast sum nakrir av heimsins bestu á sínum plássum. Sostatt er tað ein møguleiki, at hesar hondbóltsstjørnurnar eisini fara at renna á gula hondbóltsgólvinum í Høllini á Hálsi um ikki so langa tíð. 

Hondbóltssambandið sigur tó, at Høllin í Hálsi lýkur ikki krøvini til altjóða kappingar. Tað gera ongar hallir í Føroyum. Tískil er tað møguligt, at føroysku heimadystirnir mugu spælast uttanlands - til dømis í Danmark. Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, vitjaði sjónvarpsstovuna, og tú kanst hoyra hana greiða nærri frá støðuni í leinkjuni niðanfyri.

SÍ EISINI: Sleppa ikki at spæla ímóti Mikkel Hansen í Føroyum

Lutakastið varð í Tróndheimi í Norra, har EM-endaspælið millum annað eisini verður. Fyri fyrstu ferð verður EM-endaspælið spælt í trimum londum: Svøríki, Eysturríki og Norra. Hesi londini eru øll beinleiðis víðari til endaspælið.

Tilsamans vórðu 32 lond býtt í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki. 

Føroyar eru sum sagt í bólki við trimum øðrum liðum, og verða undankappingardystirnir spældir í umførum: 

1. og 2. umfar: mikudagin 24. til og við sunnudagin 28. oktober 2018

3. og 4. umfar: mikudagin 10. til og við sunnudagin 14. apríl 2019

5. og 6. umfar: mikudagin 12. til og við sunnudagin 16. juni 2019

Eftir hesi seks umfør hava 20 lið spælt seg víðari til endaspælið, sum verður i Svøríki, Eysturíki og Norra tann 10 - 26 januar 2020.

Bólkarnir eru hesir

Bólkur Luttakarar
1 Ísrael, Polen, Týskland, Kosovo
2 Sveits, Serbia, Kroatia, Belgia
3 Turkaland, Ísland, Makedonia, Grikkaland
4 Latvia, Holland, Slovenia, Estland
5 Bosnia Hersegovina, Tjekkia, Hvítarussland, Finland
6 Litava, Portugal, Frakland, Rumenia
7 Slovakia, Russland, Ungarn, Italia
8 Ukraina, Montenegro, Danmark, Føroyar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763