Danska stjórnin umskipast

Danska stjórnin umskipast
Í gjár boðaðu tveir ráðharrar, Søren Pind og Esben Lunde Larsen, í Vinstraflokkinum frá, at teir leggja frá sær.
Søren Pind boðaði í gjár frá, at hann gevst í politikki alt fyri eitt.
 
02.05.2018 - 08:35

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer í dag til drotningina, tí hann ætlar at umskipa stjórnina.

Søren Pind, undirvísingar- og granskingarmálaráðharri, gevst heilt í politikki, og hann fer eisini úr fólkatinginum.

Esben Lunde Larsen, umhvørvis- og matvørumálaráðharri, verður sitandi í fólkatinginum hetta valskeiðið, men hann stillar ikki uppaftur.

Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta, at Lars Løkke Rasmussen fer at nýta høvi at gera fleiri broytingar í stjórnini, og at talan kann verða um at umskipa fýra ella fimm ráðharrasessir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890