- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin fyri Gerðarrættin
Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjárskvøldið bráðfeingissemju um at fáa Semingsstovnin at taka avgerðina um at útseta verkfallið aftur og at leggja ivamálið um heimildina hjá Semingsstovninum fyri Fasta Gerðarrættin.
Partarnir skriva áheitanina nú og fara seinni í dag at heita á Gerðarrættin um at viðgera málið sum skundmál. Úrskurðurin kann fáa avleiðingar fyri aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum enn kommunnulæknarnar.
Hvørjar heimildir hevur Gerðarrætturin?
Gerðarrætturin skal hava frið at brúka sína løgfrøðiligu vágskál, men tað eru ikki teir stríðandi partarnir, sum skulu vigast. Tað er sjálvur Semingsstovnurin, sum skal upp á vágskálina, tí hvørjar heimildir hevur hann í veruleikanum?
Tað veit eingin, hvørki Fíggjarmálaráðið, sum bað Semingsstovnin um at koma upp í trætuna. Eiheldur Semingsstovnurin sjálvur, sum gamaní útsetti ætlaða verkfallið hjá kommunulæknunum, men samstundis segði, at tað helst var skilagott at fáa Gerðarrættin at meta um heimildina.
Og hóast kommunulæknafelagið beinanvegin segði seg ikki viðurkenna, at Semingsstovnalógin rakk inn á kommunulæknaøkið, ja, so viðurkennir eisini kommunulæknafelagið, at rættarstøðan treingist til eina neyva viging á vágskálini hjá Gerðarrættinum
Nullseta verkfallsætlanir til úrslitið fyriliggur
- Vit halda tað, at tað er rímiligt og skilagott, at lógargrundarlagið er upp á pláss, áðrenn teir koma inn í málið og útseta eitt verkfall í sjey dagar, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagum
Tí gjørdu partarnir í gjárkvøldi eina bráfeingissemju um í skundi at fáa Gerðarrættin at greina spælireglurnar, og samtundis verður verkfals-stoppurið sett á null. Tað vil siga, at hvørki verkfall ella útseting av verkfallið kann verða kunngjørt, fyrr enn úrskurðurin hjá Gerðarrættinum fyriliggur.
- Um Kommunulæknafelag Føroya fær viðhald, so kemur verkfallið í gildi 48 tímar eftir úrskurðin, og um Fíggjarmálaráðið fær viðhald, verður verkfallið útsett í sjey dagar, sigur Christian Andreasen, løgfrøðingur hjá Kommunulæknafelagnum.
Privat vinnurekandi
Kommunulæknar verða løntir við samsýning alt eftir, hvør tænasta verður veitt. Kommunulæknar hava eisini egin starvsfólk, og tí hava kommunulæknar, sambært Christian Andreasen, øll eyðkenni fyri at vera privatir vinnurekandi. Tí metir Christian Andreasen ikki, at Semingsstovnurin, sum hevur til uppgávu at regulera tann vanliga arbeiðsmarknaðin millum arbeiðsgevara og løntakarar, hevur heimildir á sáttmálaøkinum hjá Kommunulæknunum.
- Kommunulæknafelag Føroya hevur ikki verið partur av lógini um seming og hevur heldur ikki verið partur av at velja Gerðarrættin. Kommunulæknafelagið hevur verið uttan fyri skipanina fyrr, og tað er ókent fyri okkum, at man nú skal vera partur av einum kollektivum arbeiðsmarknaði, sigur Christian Andreasen, sum metir at avgerðin hjá Gerðarrætinum hevur týdning fyri aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum, sum eisini eru at rokna sum privat vinnurekandi - tað er til dømis tannlæknar og fysioterapeutar.
Í semjuni millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið stendur, at tey fyrireika málið alt fyri eitt, so ein niðurstøða kann fáast frá Gerðarrættinum innan fáar dagar.