Vildu ikki geva undantøk

Vildu ikki geva undantøk
Heilsutrygd bað um undantak til millum annað 11 kommunulæknar.
 
05.05.2018 - 12:43

Heilsutrygd vildi hava kommunulæknarnar at geva undantak, til millum annað 1870 og til 11 kommunulæknar. Tað sæst í innlitið, Kringvarpið hevur fingið.

Heilsutrygd skrivar til kommunulæknafelagið: "Heilsutrygd fer tí at biðja um undantak til at ein kommunulækni virkar sum vanligt í hvørjum kommunulæknadømi í Føroyum. Tó meta vit tørvin størri í Suðurstreymoyar kommunulæknadømi, har vit biðja um undantak til at tríggir kommunulæknar virka sum vanligt. Samlaði tørvurin er sostatt 11 kommunulæknar.
Umframt hetta biðja vit um undantak til at kommunulæknavaktin, bæði visitatiónsvakt (1870) og koyrivakt virka sum vanligt."

Men kommunulæknafelagið vildi ikki lata hesi undantøkini.

Í svari frá kommunulæknafelagnum til Heilsutrygd, sigur Kommunulæknafelagið, at: "Kommunulæknarnir er samdir um, at vit hóast verkfall mugu taka okkum av okkara sjúklingum. Og tað vilja vit gera, uttan sáttmála.

Vit eru samdir um hvussu vit skulu arbeiða í ymisku økjum í dagtíð og í úrstíð."

Eisini skrivar felagið: "Undir einum møguligum verkfalli meta vit dagliga um støðuna, og hvussu vit leggja arbeiði tilrættis komandi døgn."

Felagið sigur eisini, at um verkfall verður fær Heilsutrygd at vita 24 tímar frammanundan, hvussu kommunulæknarnir arbeiða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129