Menningarætlan verður liðug fyri summarfrítíðini

Menningarætlan verður liðug fyri summarfrítíðini
Næstan annað hvørt starv í Suðuroynni er alment
Vágs kommuna er tann næst størsta í Suðuroynni.
 
07.05.2018 - 13:10

Kommunurnar í Suðuroynni eru ikki lidnar við menningarætlanina fyri oynna, sum skal leggjast fyri landsstýrið.

Men hon verður liðug seinni í hesum mánaðinum ella fyrrapartin í juni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. 

Trupulleikin hjá oynni er fólkatalið, sum støðugt minkar. Í fjør komu bara 40 børn afturat í oynni.

Hetta er tað minsta í nógv áratíggju. 

Allar sjey kommunurnar í Suðuroynni eru við í arbeiðinum at gera eina ætlan, sum skal bjarga oynni.

Tá ætlanin er liðug, skal hon leggjast fyri landsstýrið.

Nýggj útbúgving

Dennis Holm sigur, at avgerðin hjá landsstýrinum um, at útbúgvingin sum hjálparfólk á dagsstovnum skal vera í Suðuroynni, er eitt stig tann rætta vegin.  

Sambært nýggjum tølum hjá Hagstovuni, hava 42 prosent av teimum, sum arbeiða og búgva í Suðuroynni, alment starv. Tá eru almennu partafeløgini tald við.

Tað eru fleiri enn aðrastaðni í Føroyum, tá Suðurstreymoyar sýsla og Vága sýsla eru undantiknar. Har eru nøkur fá prosentstig fleiri, sum hava alment starv.

Tøl vísa eisini, at 179 fólk pendla úr Suðuroynni, tað er, at tey ferðast dagliga aftur og fram til arbeiðis ella í skúla.

Manntalið í 2011 er grundarlagið undir hesum tølunum hjá Hagstovuni.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650