Serlæknar í rættin

Serlæknar í rættin
Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið skulu aftur í Føroya rætt fríggjadagin í næstu viku at fyrireika sakarmálið um rættindini hjá serlæknunum
 
09.05.2018 - 12:09

Roynt verður framvegis at loysa málið við semju.

Fíggjarmálaráðið kann ikki gera mun á tænastufólkum. Tey eiga øll at hava somu rættindi. Tað er kjarnin í stevningini hjá Serlæknafelagnum um fráfaringaraldur.

Serlæknafelagið stevndi í 2015 Fíggjarmálaráðið, tí hjá øllum tænastufólkum uttan hjá yvirlæknunum var fráfaringaraldurin 67 ár. Hjá yvirlæknum er hann 70 ár. 

Tænastumannalógin sigur 70 ár. Men í 1993 varð sáttmáli gjørdur millum Landsstýrið og Tænastumannafelagið um 67 ár. 

Sambært Fíggjarmálaráðnum er tann sáttmálin ikki galdandi fyri yvirlæknar.

Umframt grundregluna um, at øll eiga at hava sama rætt, líkheitsprinsippið, sum tað eitur í løgfrøðini, hevur fráfaringaraldurin týdning, tá eftirlønin hjá yvirlæknum skal roknast.

Í sáttmálanum, sum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið gjørdu í fjør, verða serlæknar nú ikki settir sum tænastumenn.

Hesin sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið kom í gildi 1. februar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Andakt
206129
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070