Gómagott ársins íverksetari 2018

Gómagott ársins íverksetari 2018
Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í Østrøm í Tórshavn, har føroysk íverksetan varð heiðrað.
Kirstin og Høgni Hammer frá Gómagott.
Mynd: Íverksetarahúsið  
 
11.05.2018 - 13:48

Fyrrapartin í dag vóru hølini hjá Østrøm karmur um Ársins Íverksetaradag. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valt fyritøkuna Gómagott til Ársins Íverksetara, skrivar Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.

Sagt varð millum annað, at "alt sum fyritøkan framleiðis er gjørt við hond og góðum rávørum. Dentur verður lagdur á at nýta føroyskar rávørur í størst møguligan mun. Ársins íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan ein fyrimynd fyri aðrar nýggjar fyritøkur”.

Gásadalsgarður ársins innovatión

Harafturat vann Gásadalsgarðurin heiðurin sum ársins innovatión.

John Syderbø, produkt og marknaðarstjóri á Føroya Tele, lat heiðurin til Gásadalsgarðin og segði millum annað, "at Gásadalsgarðurin hevur eitt serstakt konsept. Tey hava samantvinnað tað gamla og tað nýggja - nevniliga bóndaskap og ferðavinnu. At hetta fer fram í somu hølum, ger tað enn meira serstakt".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV