Føroysku rógvararnir nærkast Kuba

Føroysku rógvararnir nærkast Kuba
Gongst sum ætlað, kemur manningin umborð á Saga til Kuba í kvøld
 
12.05.2018 - 08:59

Drúgva ferðin, sum byrjaði í februar í ár yvir um Atlantshav, fer væntandi at enda nú.

Tí gongst sum ætlað, kemur báturin Saga til Kuba seint í kvøld føroyska tíð.

Tað eru teir tríggir føroyingarnir Niklas Olsen, Jákup Jacobsen og Jógvan Clementsen, sum saman við Isaac Giesen úr Nýsæland, hava róð bátin, Saga, tvørtur um Atlanshav.

Rúni Winther Johnsen, sum er talsmaður fyri manningina, sigur í morgun við Kringvarpið, at Saga væntandi kemur til Kuba um 23-tíðina í kvøld. Manningin hevur ætlanir um at stroyma beinleiðis tá, men enn er ikki greitt, hvussu sambandið er har á leiðini.

Endamálið við ferðini er at seta sjóneykuna á vatntrot í Afrika.  

Tá ferðin byrjaði í Portugal í februar, taldi manningin seks mans, men tveir teirra valdu at fara av bátinum, tá ferðin bleiv seinkað orsakað av veðri.

Eftir ein lítlan steðg á Kuba, har tað eisini verður skipað fyri hátíðarhaldi, er ætlanin at fara til Miami í USA, har ferðin veruliga endar.

Tá hava teir fýra menninir umborð á Saga sambært heimasíðuni rowforwater.org róð tilsamans 13.000 kilometrar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345