Samráðingarnar slitnaðar

Samráðingarnar slitnaðar
Semingsstovnurin bleiv boðsendur, eftir at samráðingarnar slitnaðu millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið í gjárkvøldið
 
12.05.2018 - 09:52

Klokkan 22 í gjárkvøldið slitnaði í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, og semingsstovnurin var boðsendur. 

Stóru stríðsspurningarnir vóru løn og ein áseting um órímiliga uppsøgn, sum arbeiðarafeløgini vildu hava í sáttmálan.

Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækkan, sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru. Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um órímiliga uppsøgn í sáttmálan.

Semingsstovunurin fer at hava fund við partarnar í kvøld, og síðani frættist nærri um, nær veruliga semingsroyndin byrjar.

Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mai, og síðani hevur sáttmálin verið longdur, ímeðan samráðingarnar hava verið.

Sáttmálin gongur út á miðnátt 11 mei, og nú verður upp til semingsstovnin at meta nær ein møgulig seming byrjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659