Arbeiðarafeløgini hava til á middegi í dag

Arbeiðarafeløgini hava til á middegi í dag
Semingsstovnurin legði fram semingsuppskot fyri arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag seint í gjárskvøldið
Savnsmynd
 
19.05.2018 - 10:13

Góðtaka partarnir uppskotið, verður skrivað undir uppá semju í dag. Verður uppskotið ikki góðtikið, skal semingsmaðurin gera støðuna upp. Tað merkir, at hann kannar møguleikar fyri at tillaga uppskotið. Miseydnast semingsroyndin, kunnu vit rokna við verkfalli ella verkbanni, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Terje Sigurðsson kann ikki siga nakað um innihaldið í júst hesum semingsuppskotinum, men sum hevur verið at hoyrt seinastu dagarnar, snýr ósemjan seg serliga um vanliga løn og uppsagnartreytir.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2010, at neyðugt hevur verið at senda boð eftir semingsstovninum í samráðingunum millum arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag. Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Meira verður at frætta frá semingsroyndunum í tíðindasendingini á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334