Heilsuhjálparar samráðast

Heilsuhjálparar samráðast
Føroya Heilsuhjálparafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðast framvegis um nýggjan sáttmála.
 
22.05.2018 - 11:21

Partarnir samráddust fríggjadagin og nýggjur fundur verður aftur fríggjadagin.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at nú hava samráðingarnar vart í eitt hálvt ár, so tíðin er komin til at skriva undir nýggjan sáttmála. Og hon sigur seg vóna, at tað verður skjótt.

Hon vil ikki siga, hvat Heilsuhjálparafelagið krevur í samráðingunum, men hon dylir ikki fyri, at talan er um láglønt kvinnustørv, og tí má nakað omaná lønina.

Limirnir í Heilsuhjálparafelagnum eru eini 650 í tali, og tær arbeiða í stóran mun á eldraøkinum. Arbeiðið hjá teimum er alt samdøgrið í 365 dagar um árið, og tí mugu tey lønast eftir tí. Mánaðarlønin hjá einum útbúnum heilsuhjálpara er góðar 23.000 kr um mánaðin á hægsta stigi, umframt viðbøtur, men tað er ikki nóg mikið, tá tær arbeiða alt árið, sigur Mary Antonsdóttir.

Leygarkvøldið skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Arbeiðarafeløgini undir eitt semingsuppskot um nýggjan sáttmála.

Eftir nýggja sáttmálanum fáa limirnir í arbeiðarafeløgunum eina lønarhækking sum er 3,25 krónur meira um tíman fyrsta árið, og 3,30 krónur næsta árið.

Um tað er nóg mikið hjá heilsuhjálparunum, vil Mary Antonsdóttir einki siga um, og hon vil ikki gera viðmerkingar til sáttmálan hjá arbeiðarafeløgunum.

Í sáttmálanum, sum Heilsuhjálparafelagið hevur, stendur, at eitt møguligt verkfall skal fráboðast 48 tímar frammanundan, annars stendur einki um undantøk, um talan verður um verkfall. Kemur tað so langt, so má støða takast til tann spurningin tá, sigur Mary Antonsdóttir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297