Ferðsluóhapp á Skopunarvegnum

Ferðsluóhapp á Skopunarvegnum
Tveir persónar vóru fluttir á Landssjúrkahúsið til kanningar. Annar er longu útskrivaður, meðan hin er enn innskrivaður 
 
02.06.2018 - 09:31

Klokkan 22.15 í gjárkvøldi hendi eitt ferðsluóhapp við norðara hálsvatn á Skopunarvegnum. 

Ein bilur koyrdi upp í reyvina á einum øðrum, tá teir vóru á veg norðureftir móti Skopun. 

Á politistøðini í Havn siga tey, at tveir persónar vóru fluttir á Landssjúrkahúsið til kanningar. 

Annar er longu útskrivaður, meðan hin enn er innskrivaður. 

Báðir bilarnir fingu stóran skaða og eru møguliga vrak. 

Enn er ikki greitt, hví óhappið hendi, og politiið manglar enn at avhoyra persónin, ið enn er innlagdur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129