Russar leggja toll á amerikanskar vørur

Russar leggja toll á amerikanskar vørur
Russland fer at leggja innflutningstoll á ávísar vørur úr USA sum aftursvar til, at USA hevur lagt toll á stál- og aluminiumsinnflutning.
Russiski búskaparmálaráðharrin, Maxim Oreshkin, boðaði í gjár frá, at Russland fer at leggja toll á ymsar vørur úr USA
Mynd: Tass  
 
20.06.2018 - 11:01

Tað boðaði russiski búskaparmálaráðharrin, Maxim Oreshkin, frá í gjár, sambært Reuters.

Russar fara at leggja toll á amerikanskar vørur, har russarar sjálvir framleiða líknandi heima í Russlandi, og Oreshkin heldur uppá, at tiltøkini ikki fara at ávirka makrobúskaparligu støðuna hjá Russlandi. 

Í mars legði USA 25 % í innflutningstolli á stál og 10 % á aluminium. Eitt stig, sum fyrst av øllum hevði til endamáls at raka innflutning úr Kina.

Argentina, Australia og Brasil vórðu undantikin frá amerikanska tollinum, men Russland slapp ikki undan.

Russiskar stálverksmiðjur eru í hornatøkum við amerikanska Handilsmálaráðið um hendan tollin.

- Russland brúkar síni rættindi í Alheims Handilsstovninum, WTO, og stigini nú móti amerikanska innflutninginum taka vit fyri at fáa javnvág í, sigur russiski búskaparmálaráðharrin sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162