Leggja blómutyssi við vegir

Leggja blómutyssi við vegir
Í dag er minningardagur fyri tey, ið hava latið lív í ferðsluvanlukku.
 
01.07.2018 - 07:30

Í dag og næstu dagarnir fara bilførarar ivaleyst at leggja merki til blómutyssi, sum eru sett upp við vegir ymsastaðni í landinum.

Hetta verður gjørt í sambandi við, at 1. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni.

Minningardagurin er hvørt ár tann fyrsta sunnudagin í juli.

Síðani seinasta minningardag eru tvey fólk deyð í ferðsluvanlukku.

Tann fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi í 1928, og síðani tá hava tilsamans 272 fólk latið lív í ferðsluvanlukku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129