Umstríddur leikstjóri ger film um Trump

Umstríddur leikstjóri ger film um Trump
Michael Moore hevur gjørt nýggjan dokumentar um amerikanska forsetan. Filmurin verður at síggja í heyst.
 
01.07.2018 - 10:45

Kendi og umstrýddi filmsleikstjórin, Michael Moore, arbeiðir í løtuni við einum nýggjum dokumentari.

Tað vita fleiri útlendskir tíðindaportalar at siga. 

Tað fortaldi Moore um, tá hann herfyri var í sendingini The Late Show, har Stephen Colbert er vertur.

Heitið á dokumentarinum er Fahrenheit 11/9, sum vísir á dagin, tá Trump bleiv forseti.

- Vit hava stórar trupulleikar, segði Michael Moore í samrøðu við Stephen Colbert, og sipaði eitt nú til innflytingarpolitikkin, har børn og foreldur eru sundurskild við Meksikanska markið.

- Filmurin snýr seg um, hvussu vit eru komin í hesa støðuna, og hvussu vit koma úr henni aftur, greiddi Michael Moore frá.

Enn er ikki greitt, hvat filmurin ítøkiliga snýr seg um, hvørjir persónar eru við, og hvørjar keldur verða brúktar. 

Filmurin verður eftir ætlan frumsýndur tann 21. september í ár.

Michael Moore hevur áður gjørt politiskar dokumentarfilmar, sum hava skapt øsing. Eitt nú Bowling for Columbine og Fahrenheit 9/11.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776