Hvørki fleiri upplýsingar ella viðmerkingar

Hvørki fleiri upplýsingar ella viðmerkingar
Danski herurin var ikki partur av venjingunum hjá Nato-skipum norðan fyri Føroyar, og hevur tí hvørki fleiri upplýsingar ella viðmerkingar.
 
01.07.2018 - 14:38

Fleiri føroysk fiskiskip sum royndu á Íslandsrygginum, norður ímóti íslendska markinum, vóru í gjár órógvað av fleiri herskipum, sum høvdu venjingar á leiðini. 

Skipini fingu boð um at halda seg í minsta lagi 5 fjórðingar frá herskipunum, tí skotið varð við skørpum.

Í gjár vistu hvørki Vørn ella Arktisk Kommando nakað um venjingina, og høvdu ikki fingið boð um hana.  

Michael Hjort frá Arktisk kommando hevur í dag kanna málið, men svarið frá danska herinum er stutt:

"Forsvaret er ikki involveret i de pågældende aktiviteter, og er derfor ikki vidende om nærmere detaljer. Vi har på den baggrund ikki yderligere oplysninger", eru boðini frá danska herinum, sigur Michael Hjort frá Arktisk kommando.

Hann leggur aftrat, at tá talan er um hernaðarvenjingar hjá Nato, er tað avmarkað, hvat kann upplýsast. 

Danski herurin var also ikki partur av venjingunum, og hevur tí hvørki fleiri um upplýsingar ella viðmerkingar til venjingarnar. 

Greitt er tó, at talan var um hernaðarskip hjá fleiri Nato-londum, og at herskipini høvdu venjingar í altjóða sjógvi ímillum Ísland og Føroyar, váttar Michael Hjort. Tá talan er um verju, so verður altjóða sjógvur mettur at vera sjógvurin uttan fyri 12 fjórðingar úr landi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270