Vóru hjástaddir men nokta seg sekar í harðskapinum

Vóru hjástaddir men nokta seg sekar í harðskapinum
Revsimálið móti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri grovan harðskap, er byrjað í Føroya rætti
Stutt fyri klokkan tvey fríggjanáttina 29.desember í fjør fekk politiið fráboðan um ein mann, sum bløddi illa og hevði ringt við at anda.
 
06.07.2018 - 12:53

Tveir menn, sum hava sitið varðhaldsfonglaðir síðani á nýggjárinum, og sum fyrrapartin í Føroya rætti vórðu ákærdir fyri grovan harðskap, nokta seg sekar.

Menninir, sum eru 45 og 36 ára gamlir, nokta eisini at hava sligið og sparkað ein annan mann somu nátt, beint fyri klokkan tvey fríggjanáttina 29.desember í fjør, í einum húsum í Brøttubrekku í Havn.

Teir eru báðir ákærdir fyri at hava sligið, sparkað og traðkað á ein 46 ára gamlan mann, sum sambært ákæruritinum fekk ringan skaða í høvdið av viðferðini. 

Hann fekk millum annað nakrar heilabløðingar og skallabrot.

Teir báðir ákærdu mennininir, sum hava verið varðhaldsfongslaðir síðani 29.desember í fjør, eru avhoyrdir í Føroya rætti í dag.

Báðir søgdu, at sjálvir áttu teir ongan lut í harðskapinum, men tað átti hin. 

Góvu hinum skyldina

Hann átti harðskapin, søgdu báðir teir ákærdu um hin ákærda.

Sjálvir søgdu teir, hvør í sinum lagi, at teir royndu at hjálpa manninum, sum varð sligin og sparkaður, so hann ikki kvaldist í sínum egna blóði.

Annar av teimum ákærdu ringdi 112 eftir hendingina og bað um sjúkrabil alt fyri eitt.

Maðurin, sum var fyri harðskapinum, skuldi eisini avhoyrast í rættinum fyrrapartin í dag. Men hann møtti ikki. 

Níggju vitni eru boðsend. Ákærin hevur sjey vitni, og annar verjin hevur tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523