- Brexit drepur útlitini fyri handilsavtalu

- Brexit drepur útlitini fyri handilsavtalu
Brexit-ætlanin hjá bretska forsætisráðharranum fer at drepa útlitini fyri handilsavtalu við USA, sigur Donald Trump, sum er á vitjan í Bretlandi
 
13.07.2018 - 10:45

Brexit-ætlanin hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, fer at drepa útlitini fyri handilsavtalu við USA. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, í samrøðu við bretska blaðið, The Sun.

- Ætlanin fer heilt vist at ávirka handilin við USA á neiligan hátt, sigur hann.

Atfiningarnar hjá Trump koma eftir, at bretska stjórnin í gjár legði fram meira enn 100 blaðsíður við ynskjum sínum um samskiftið við ES frameftir.

Samlaða hvítabókin sigur, at bretar á fleiri økjum vóna at fáa tøtt og góð viðurskifti við ES, tá brexit verður veruleiki. Millum annað fyri týdningarmikla handilsøkið, har bretar vóna, at vørur kunnu fara frítt yvir markið, sum minnir um innara marknaðin í ES. 

Konservativa stjórnin í London er farin í tvíningar av Brexit, og innihaldið í 104 síður longu hvítubók hevur fingið tveir ráðharrar at leggja frá sær í seinastu viku. David Davis, brexitráðharri, og Boris Johnson, uttanríkisráðharri.

Í samrøðuni lýsir amerikanski forsetin eisini Theresu May, sum vinarligan persón, men hann sigur, at Sadiq Khan, borgarstjóri í London, hevur gjørt eitt vánaligt arbeiði. 

Donald Trump skal aftur í dag hitta Theresu May, har tey skulu tosa um avtalur millum londini bæði. Seinni í dag skal hann vitja Elisabeth drotning, skrivar Ritzau. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860