Ikki greitt hvørjar kvotur verða næsta ár

Ikki greitt hvørjar kvotur verða næsta ár
Ikki ber til hjá feløgum, sum eiga fiskiskip, at fáa at vita nú, hvussu stór kvotan hja teimum verður á landgrunninum næsta ár. 
Enn veit reiðaríið hjá frystilínuskipinum Kambi ikki, hvussu stór eginkvotan verður í næsta ár, og tí fær felagið ikki lagt fiskiskapin til rættis.
 
24.07.2018 - 11:29

Reiðariið hjá frystilínuskipinum Kambi hevur spurt Fiskimálaráðið, hvussu nógvan tosk og hvussu nógva hýsu, skipið kann fiska í 2019.

Svarið haðani er, at tað ber ikki til at siga enn, hóast ICES hevur ásett tilmælið um mest loyvdu veiðuna í 2019.

Tilmælið fyri tosk er 10.810 tons, og fyri hýsu er tað 5.078 tons.

Reiðariið sigur, at Fiskimálaráðið veit tað, sum er at vita fyri at áseta kvotuna næsta ár.

Tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit vita, hvussu stór eginkvotan hjá Kambi verður í 2019, so vit kunna leggja fiskiárið til rættis, sigur reiðaríið í brævi til Fiskimálaráðið.

Men Fiskimálaráðið svarar ikki, hvør kvotan verður, tí fyrst skal ein umsitingarætlan gerast og leggjast fyri løgtingið.

Ávikavist 61 og 74 % av kvotunum av toski og hýsu verða settar av til línuskip. Og Kambur eigur 5,6 og 5,7 % av kvotunum.

Men av tí, at heildarkvoturnar ikki er ásettar enn, ber ikki til at siga, hvussu nógv hvørt felag fær næsta ár, sigur Fiskimálaráðið.

Umsitingarætlan skal gerast fyri hvørt fiskaslagið í kvotuskipanini, og hon skal samtykkjast í løgtinginum.

Samstundis verða lógargreinarnar um at fara frá fiskidøgum til kvotur eftirmettar.

Línuskipini og trolararnir fáa kvotur í staðin fyri fiskidagar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928