Sendiharrar til fótbólt í Gundadali

Sendiharrar til fótbólt í Gundadali
Tveir sendiharrar sóu B36 og Besiktas spæla hóskvøldið
Svend Olling, danskur sendiharri í Turkalandi, Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Kenan Ipek, turkiskur sendiharri í Danmark. vóru í Gundadali hóskvøldið.
Mynd: Uttanríkisráðið  
 
28.07.2018 - 13:02

Ikki allir turkar vórðu útilokaðir frá áskoðaraplássunum til dystin millum B36 og turkiska felagið Besiktas á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið, tí turkiski sendiharrin í Danmark sá dystin.

Kenan Ipek sá dystin saman við Poul Michelsen, landsstýrismanni, og danska sendiharranum í Turkalandi, Svend Olling, sum hevur hildið summarfrí í Føroyum.

Í gjár var fundur millum Kenan Ipek og Poul Michelsen. 

Fríhandilssáttmálin millum Turkaland og Føroyar hevur verið í gildi í eitt lítið ár.

Á fundinum í gjár umrøddu Poul Michelsen og Kenan Ipek, hvussu handilssambondini landanna millum kunnu økjast, bæði tá talan er um at útflyta føroyskar fiskavørur til Turkalands og innflutning úr Turkalandi.

Eisini varð tosað um samstarvsmøguleikar á øðrum økjum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473